08/06/2020
NETHANDIL - heilt einfalt
Koronastøðan hevur víst, hvussu týdningarmikið tað er at vera til staðar á netinum, og hvussu lætt og ómakaleyst tað er at avgreiða kundarnar í einum nethandli. Tað nýtist ikki at vera ein stór og dýr loysn, tí tað ber væl til at gera ein einfaldan nethandil, so kundar kunnu keypa vørurnar á netinum.
Nethandilin er í ’responsivum’ sniði - sum fær innihaldið at tilpassa seg fartelefonir og i-paddar. Eisini hjálpa vit við at fáa nethandilin og facebook at arbeiða saman.
Okkara bíligasta loysn er ein minni - nethandil fyri 5.000 kr + mvg. Tá leggur tú sjálvur vørurnar inn aftan á upplæring. Vit kunnu eisini gera tað eftir nærri avtalu. Um tit longu hava ein nethandil, men mangla ein umsitara at røkja síðuna, bjóða vit eisini hesa tænastu. Harvið er tykkara síða altíð dagførd.
Vit hava nógvar royndir við at gera og menna brúkaravinarligar heimasíður og síðani at viðlíkahalda og reka tær. Í felag finna vit eina loysn, ið nøktar tykkara tørv.